Veggmotta við speglum
- Hendan vøran er ikki á goymslu men kann keypast til seinni veiting.
- Væntað veitingartíð: umleið 2 vikur
Mjúk og trygg veggmotta við speglum og 2 bungum, sum skapar eitt sansaligt og verjandi spæliumhvørvi á vegginum. Speglini og formaða yvirflatan geva barninum nakað spennandi at hyggja at og kanna.
Mottan er gjørd úr smidligum polyetherskúmi við slitsterkari yvirflatu. Á forsíðuni eru trygg syntetisk spegl, og á baksíðuni er gliðtryggur botnur. Hon verður latin við 2 festistrimlum, so hon kann festast á veggin og kann eisini setast saman við øðrum veggmottum.
Stødd: 96 x 48 cm.
Tjúkt: 9,5 cm.
Tilfar: Polyetherskúm við vinyl-yvirflatu.
Tættleiki á skúmi: 24 kg/m³.
Vøran lýkur EN 1021-1 og EN 1021-2 og er uttan ftalatar.
Hendan vøran er bíleggingarvøra. Væntað veitingartíð er umleið 2 vikur frá bíleggingardegi.
Tá vøran er komin á goymslu hjá okkum, senda vit bíleggingina sum skjótast. Veiting við Posta tekur vanliga 1–3 yrkadagar.
Kostnaður fyri veiting til bústað er 59,- og til pakkaboks 29,-. Tað er eisini møguligt at heinta bíleggingina í Alvaró í SMS.
Umbýting
Vøran kann umbýtast innan 12 dagar saman við kvittan, um hon er í sama standi sum tá hon varð keypt. Hetta kann avgreiðast í Alvaró í SMS.