Tiny Tot skúmsett, The Pontoon
- Hendan vøran er ikki á goymslu men kann keypast til seinni veiting.
- Væntað veitingartíð: umleið 2 vikur
Motorikksett við fimm mjúkum skúmmodulum, sum geva smáum børnum møguleika at klintra, ganga, skreiða og venja javnvág og motorikk. Modulini hava ymiskar hæddir og skap og kunnu setast saman sum ein long motorikkbreyt ella brúkast hvør sær.
Settið er gjørt úr sterkum polyetherskúmi, sum heldur formin væl og er ætlað til langtíðar nýtslu. Yvirflatan er úr slitsterkum vinyl, sum er løtt at reinsa, og modulini hava gliðtryggan botn. Seymirnir eru gjørdir uttan lýnlás og soleiðis, at børn ikki sleppa inn í fylluna.
Hóskar til børn frá 1 til 3 ára aldri.
Samlað gólvpláss: 216 x 48 cm.
Tilfar: Polyetherskúm við vinyl-yvirflatu.
Tættleiki á skúmi: 24 kg/m³.
Botnur: Gliðtryggur.
Vøran lýkur NFS 54-300 og EN 1021-1 og EN 1021-2 og er uttan ftalatar.
Hendan vøran er bíleggingarvøra. Væntað veitingartíð er umleið 2 vikur frá bíleggingardegi.
Tá vøran er komin á goymslu hjá okkum, senda vit bíleggingina sum skjótast. Veiting við Posta tekur vanliga 1–3 yrkadagar.
Kostnaður fyri veiting til bústað er 59,- og til pakkaboks 29,-. Tað er eisini møguligt at heinta bíleggingina í Alvaró í SMS.
Umbýting
Vøran kann umbýtast innan 12 dagar saman við kvittan, um hon er í sama standi sum tá hon varð keypt. Hetta kann avgreiðast í Alvaró í SMS.