Tiny Tot skúmsett, the Expedition
Tiny Tot skúmsett, the Expedition
Tiny Tot skúmsett, the Expedition

Tiny Tot skúmsett, the Expedition

Vanligur prísurkr 4.799,00 DKK
/

  • Hendan vøran er ikki á goymslu men kann keypast til seinni veiting.
  • Væntað veitingartíð: umleið 2 vikur

Motorikksett við mjúkum skúmmodulum, sum geva smáum børnum møguleika at klintra, ganga, skreiða og venja javnvág og motorikk. Modulini hava ymiskar hæddir og hall og kunnu setast saman upp á ymiskar mátar til eina stuttliga motorikkbreyt.

Settið er gjørt úr sterkum polyetherskúmi, sum heldur formin væl og er ætlað til langtíðar nýtslu. Yvirflatan er úr slitsterkum vinyl, sum er løtt at reinsa, og modulini hava gliðtryggan botn. Seymirnir eru gjørdir uttan lýnlás og soleiðis, at børn ikki sleppa inn í fylluna.

Hóskar til børn frá 1 til 3 ára aldri.
Tilfar: Polyetherskúm við vinyl-yvirflatu.
Tættleiki á skúmi: 24 kg/m³.
Botnur: Gliðtryggur.

Vøran lýkur NFS 54-300 og EN 1021-1 og EN 1021-2 og er uttan ftalatar.

Hendan vøran er bíleggingarvøra. Væntað veitingartíð er umleið 2 vikur frá bíleggingardegi.

Tá vøran er komin á goymslu hjá okkum, senda vit bíleggingina sum skjótast. Veiting við Posta tekur vanliga 1–3 yrkadagar.

Kostnaður fyri veiting til bústað er 59,- og til pakkaboks 29,-. Tað er eisini møguligt at heinta bíleggingina í Alvaró í SMS.

Umbýting

Vøran kann umbýtast innan 12 dagar saman við kvittan, um hon er í sama standi sum tá hon varð keypt. Hetta kann avgreiðast í Alvaró í SMS.

This site is protected by hCaptcha and the hCaptcha Privacy Policy and Terms of Service apply.