Tiny Tot skúmsett, Sensory Landing
Tiny Tot skúmsett, Sensory Landing
Tiny Tot skúmsett, Sensory Landing

Tiny Tot skúmsett, Sensory Landing

Vanligur prísurkr 4.599,00 DKK
/

  • Hendan vøran er ikki á goymslu men kann keypast til seinni veiting.
  • Væntað veitingartíð: umleið 2 vikur

Motorikk- og sansasett við mjúkum skúmmodulum, sum geva smáum børnum møguleika at klintra, skreiða, venja javnvág og samstundis kanna ymiskar sansir. Modulini hava spegl og ymiskar yvirflatur við m.a. neti, mjúkum tilfari og ymiskum strukturum, sum eggja barninum til at hyggja, nema og kanna.

Settið er gjørt úr sterkum polyetherskúmi, sum heldur formin væl og er ætlað til langtíðar nýtslu. Yvirflatan er úr slitsterkum vinyl og ymiskum tekstilum, og modulini hava gliðtryggan botn. Seymirnir eru gjørdir uttan lýnlás og soleiðis, at børn ikki sleppa inn í fylluna.

Hóskar til børn frá 1 til 3 ára aldri.
Samlað gólvpláss: L 144 x B 96 cm.
Tilfar: Polyetherskúm við vinyl- og tekstilyvirflatum.
Tættleiki á skúmi: 24 kg/m³.
Botnur: Gliðtryggur.
Reinsan: Modulini við tekstili kunnu vaskast við 30 stigum. Modulini við spegli kunnu turkast av.

Vøran lýkur NFS 54-300, EN 1021-1 og EN 1021-2 og er uttan ftalatar.

Hendan vøran er bíleggingarvøra. Væntað veitingartíð er umleið 2 vikur frá bíleggingardegi.

Tá vøran er komin á goymslu hjá okkum, senda vit bíleggingina sum skjótast. Veiting við Posta tekur vanliga 1–3 yrkadagar.

Kostnaður fyri veiting til bústað er 59,- og til pakkaboks 29,-. Tað er eisini møguligt at heinta bíleggingina í Alvaró í SMS.

Umbýting

Vøran kann umbýtast innan 12 dagar saman við kvittan, um hon er í sama standi sum tá hon varð keypt. Hetta kann avgreiðast í Alvaró í SMS.

This site is protected by hCaptcha and the hCaptcha Privacy Policy and Terms of Service apply.