Stuðulsstong við teljikubbum
- Hendan vøran er ikki á goymslu men kann keypast til seinni veiting.
- Væntað veitingartíð: umleið 2 vikur
Stuðulsstong við litríkum teljikubbum, sum hjálpir smáum børnum at venja javnvág og taka tey fyrstu fetini. Kubbarnir kunnu flytast eftir stongini og geva samstundis barninum sansaligt og motoriskt spæl.
Stongin er gjørd úr sterkum, lakkaðum træi og kann festast á veggin báðar vegir. Hon kann eisini kombinerast við speglum frá Wesco.
Hóskar til børn frá 9 mánaða aldri.
Longd: 72 cm.
Breidd: 10 cm.
Tilfar: Træ.
Viðmerking: 2 Wesco-festi skulu brúkast fyri at seta eina stuðulsstong upp og keypast separat. Um fleiri stuðulsstengur verða settar saman, kunnu tær deila festi millum seg. Skrúvur til veggin fylgja ikki við, tí røttu skrúvurnar veldst um slagið av veggi.
Vøran lýkur EN 71-1, EN 71-2 og EN 71-3.
Hendan vøran er bíleggingarvøra. Væntað veitingartíð er umleið 2 vikur frá bíleggingardegi.
Tá vøran er komin á goymslu hjá okkum, senda vit bíleggingina sum skjótast. Veiting við Posta tekur vanliga 1–3 yrkadagar.
Kostnaður fyri veiting til bústað er 59,- og til pakkaboks 29,-. Tað er eisini møguligt at heinta bíleggingina í Alvaró í SMS.
Umbýting
Vøran kann umbýtast innan 12 dagar saman við kvittan, um hon er í sama standi sum tá hon varð keypt. Hetta kann avgreiðast í Alvaró í SMS.