Stór og praktisk puslipúta, sum gevur barninum eitt gott og komfortabelt undirlag til blæuskiftið. Botnurin er gliðtryggur, so pútan liggur væl á pusliborðinum.
Pútan er gjørd úr føstum polyetherskúmi, sum heldur skapinum væl og ikki søkkur saman við tíðini. Yvirflatan er úr slitsterkum vinyltilfari við jersey-baki, sum er mjúkt, sterkt og lætt at halda reint. Pútan er seymað við sterkum nylontráði, hevur onki lýnlás og er framleidd uttan phthalat.
Mát
Puslipútan er ætlað til børn upp til 15 kg.
Hendan vøran er bíleggingarvøra. Væntað veitingartíð er umleið 2 vikur frá bíleggingardegi.
Tá vøran er komin á goymslu hjá okkum, senda vit bíleggingina sum skjótast. Veiting við Posta tekur vanliga 1–3 yrkadagar.
Kostnaður fyri veiting til bústað er 59,- og til pakkaboks 29,-. Tað er eisini møguligt at heinta bíleggingina í Alvaró í SMS.
Umbýting
Vøran kann umbýtast innan 12 dagar saman við kvittan, um hon er í sama standi sum tá hon varð keypt. Hetta kann avgreiðast í Alvaró í SMS.