Lítil og stabil skreiðibreyt úr træi, sum er serliga væl egnað til smærri børn og motorikkøki. Breytin hevur eina lítlan plattform ovast og eitt milt hall, so barnið kann seta seg væl áðrenn tað skreiðir niður.
Skreiðibreytin hevur høgar og avrundaðar kantar fyri góða trygd. Hon kann brúkast einsamøll ella saman við Tiny Tot modulunum, 30 cm høgum bóltabaðum og Mosaic-mottum frá Wesco.
Hóskar til børn frá 12 mánaða aldri.
Stødd: L 129 x B 48 cm.
Hædd á plattformi: 36 cm.
Samlað hædd: 62 cm.
Tilfar: Lakkaður krossviður.
Vøran lýkur EN 71-8.
Hendan vøran er bíleggingarvøra. Væntað veitingartíð er umleið 2 vikur frá bíleggingardegi.
Tá vøran er komin á goymslu hjá okkum, senda vit bíleggingina sum skjótast. Veiting við Posta tekur vanliga 1–3 yrkadagar.
Kostnaður fyri veiting til bústað er 59,- og til pakkaboks 29,-. Tað er eisini møguligt at heinta bíleggingina í Alvaró í SMS.
Umbýting
Vøran kann umbýtast innan 12 dagar saman við kvittan, um hon er í sama standi sum tá hon varð keypt. Hetta kann avgreiðast í Alvaró í SMS.