Snild og pláss-sparandi pusliloysn til baðirúmið, sovikamarið ella onnur smá rúm. Lætt og einfalt snið, sum hóskar væl inn í nútímans innrættingar.
Tú kanst lættliga leggja borðið niður við einari hond, tá tú hevur barnið í fanginum. Tá borðið er lagt niður, sært tú tvær innbygdar hillar, har tú kanst hava tað mest neyðuga til skiftingina.
Sebra puslipútan passar til og teir høgu rundaðu kantarnir geva eitt trygt og gott stað at skifta barninum.
Borðið kann festast í tí hæddini, sum hóskar til tín. Skrúvur og rawlplugg fylgja ikki við.
Pusliborðið er gjørt úr góðkendum viði og hevur somu góðu góðsku sum klassiska Sebra songin. Tað er testað og góðkent eftir EN 12221-1:2008+A1:2013 og hevur EU blómumerkið.
Viðmerking: Puslipúta í støddini upp til 68x50x8,5 cm passar til borðið.
Veiting
Vørur til veiting í Havn ella har landfast er úr Havnini verða vanliga veittar sama dag, um bíleggingin er gjørd áðrenn kl. 10. Bíleggur tú fríggjadag eftir kl. 10, leygardag ella sunnudag, verður vøran veitt mánadagin eftir.
Vørur til veiting har ikki landfast er úr Havnini hava vanliga veitingartíð á 1-3 dagar.
Kostnaður fyri veiting til bústað er 49,- og kostnaður fyri veiting til pakkaboks er 29,-.
Tað er eisini møguligt at heinta pakkan í Alvaró, SMS.
Legg til merkis, at veitingartíðin kann vera longri, um nógv bílagt verður samstundis, t.d. í sambandi við útsølu ella tilboð.
Umbýting
Vøran kann umbýtast innan 12 dagar saman við kvittan, um hon er í sama standi sum tá hon varð keypt. Hetta kann avgreiðast í Alvaró í SMS.