Nest & Nurture borðstólur
Nest & Nurture borðstólur
Nest & Nurture borðstólur
Nest & Nurture borðstólur
Nest & Nurture borðstólur
Nest & Nurture borðstólur
Nest & Nurture borðstólur
Nest & Nurture borðstólur

Nest & Nurture borðstólur

Vanligur prísurkr 1.699,00 DKK
/

  • Hendan vøran er ikki á goymslu men kann keypast til seinni veiting.
  • Ynskir tú at vita nær hendan vøran kann veitast? Skriva okkum boð niðanfyri.

Vakur og praktiskur borðstólur, sum veksur við barninum frá uml. 6 mánaða aldri og heilt upp í 14 ár. Fyrst verður hann brúktur sum borðstólur við boyla, matarbakka og 5-punktssela. Seinni kann boylin takast av, so stólurin kann brúkast sum vanligur barnastólur við borði ella skriviborði.

Veksur við barninum
Stólurin kann stillast í seks ymiskar hæddir, so hann kann tillagast flestu borðum. Matarbakkin hevur tríggjar stillingar, og fótastuðulin kann stillast í seks hæddir, so barnið situr væl, meðan tað veksur.

Tá barnið situr trygt sjálvt, vanliga frá uml. 3 ára aldri, kann boylin takast av. Stólurin kann síðani brúkast heilt upp til 14 ára aldur ella 80 kg.

Praktiskur í gerandisdegnum
Nest & Nurture vigar undir 8 kg og er lættur at flyta runt í heiminum. Stellið kann turkast av, og áklæðið kann takast av og vaskast í maskinu við 30°C.

Stólurin verður settur saman við einari einfaldari quick-click skipan, og eingi amboð eru neyðug.

Ein Nest & Nurture vippustólur kann keypast afturat og festast á stellið, so barnið kann vera við heilt frá nýføðingi.

Mát

  • Mát: L 74 × B 60 × H 90 cm
  • Vekt: 7,85 kg

Veiting
Vørur til veiting í Havn ella har landfast er úr Havnini verða vanliga veittar sama dag, um bíleggingin er gjørd áðrenn kl. 10. Bíleggur tú fríggjadag eftir kl. 10, leygardag ella sunnudag, verður vøran veitt mánadagin eftir.

Vørur til veiting har ikki landfast er úr Havnini hava vanliga veitingartíð á 1-3 dagar.

Kostnaður fyri veiting til bústað er 49,- og kostnaður fyri veiting til pakkaboks er 29,-.

Tað er eisini møguligt at heinta pakkan í Alvaró, SMS.

Legg til merkis, at veitingartíðin kann vera longri, um nógv bílagt verður samstundis, t.d. í sambandi við útsølu ella tilboð.

Umbýting
Vøran kann umbýtast innan 12 dagar saman við kvittan, um hon er í sama standi sum tá hon varð keypt. Hetta kann avgreiðast í Alvaró í SMS.

This site is protected by hCaptcha and the hCaptcha Privacy Policy and Terms of Service apply.