Motion 3 All Size 360, Iconic Black
Motion 3 All Size 360, Iconic Black
Motion 3 All Size 360, Iconic Black
Motion 3 All Size 360, Iconic Black
Motion 3 All Size 360, Iconic Black
Motion 3 All Size 360, Iconic Black
Motion 3 All Size 360, Iconic Black
Motion 3 All Size 360, Iconic Black
Motion 3 All Size 360, Iconic Black
Motion 3 All Size 360, Iconic Black
Motion 3 All Size 360, Iconic Black
Motion 3 All Size 360, Iconic Black
Motion 3 All Size 360, Iconic Black
Motion 3 All Size 360, Iconic Black

Motion 3 All Size 360, Iconic Black

Vanligur prísurkr 4.999,00 DKK
/

  • Hendan vøran er ikki á goymslu men kann keypast til seinni veiting.
  • Ynskir tú at vita nær hendan vøran kann veitast? Skriva okkum boð niðanfyri.

Motion 3 er ein snúningsbilstólur, sum kann nýtast frá nýføðingi og heilt upp til umleið 12 ár – frá 40 til 145 cm. Stólurin hevur integreraðan ISOFIX-basa og kann snúgva 360°, so tað er lætt at seta barnið í og taka tað úr bilinum.

Motion 3 kann brúkast afturvendur upp til 18 kg og er R129-góðkendur (i-Size). Integreraði ISOFIX-basin og stuðulsbeinið geva eina trygga montering, meðan sjónlig tekin og hoyrilig klikkljóð vísa, tá stólurin er rætt festur.

Trygd og nýtsla
Stólurin hevur 5-punktssela, innbygda síðuverju og eyka verju frá høvdi niður til mjadnar. 360° snúningurin ger tað møguligt at venda stólinum móti bilhurðini, tá barnið skal setast í ella takast úr.

Tá barnið er 18 kg ella 105 cm, alt eftir hvat kemur fyrst, kann 5-punktsselin goymast inni í stólinum. Síðani verður stólurin brúktur sum bilpúta við høgum baki saman við vanliga bilbeltinum.

Komfort
Høvdastuðulin kann stillast við einari hond, og stólurin hevur tríggjar hallstillingar. Innleggini kunnu tillagast, meðan barnið veksur, og nýføðingainnleggið gevur góðan stuðul frá fyrsta degi.

Mjúka áklæðið er gjørt úr fleiri løgum, millum annað temperaturstillandi bambus og andandi klæði. Hydro Protect verjuinnleggið er vatntætt, vendibart og kann vaskast í maskinu.

Mát

  • Mát: B 44 × H 64–78 × D 37 cm
  • Vekt: 14,5 kg

Veiting
Vørur til veiting í Havn ella har landfast er úr Havnini verða vanliga veittar sama dag, um bíleggingin er gjørd áðrenn kl. 10. Bíleggur tú fríggjadag eftir kl. 10, leygardag ella sunnudag, verður vøran veitt mánadagin eftir.

Vørur til veiting har ikki landfast er úr Havnini hava vanliga veitingartíð á 1-3 dagar.

Kostnaður fyri veiting til bústað er 49,- og kostnaður fyri veiting til pakkaboks er 29,-.

Tað er eisini møguligt at heinta pakkan í Alvaró, SMS.

Legg til merkis, at veitingartíðin kann vera longri, um nógv bílagt verður samstundis, t.d. í sambandi við útsølu ella tilboð.

Umbýting
Vøran kann umbýtast innan 12 dagar saman við kvittan, um hon er í sama standi sum tá hon varð keypt. Hetta kann avgreiðast í Alvaró í SMS.

This site is protected by hCaptcha and the hCaptcha Privacy Policy and Terms of Service apply.