Rúmligt runt bóltabað, sum gevur børnunum eitt stuttligt stað at spæla, flyta seg og slappa av. Gjøgnum spælið venja børnini bæði motorikk, kropskenslu og samspæl.
Bóltabaðið er gjørt úr slitsterkum tilfari við sterkari skúmfyllu, sum heldur skapinum væl. Tað hevur rundan botn og er lætt at seta saman.
Bóltabaðið fæst við ella uttan bóltar. Útgávan við bóltum kemur við 500 bóltum – 250 vanligum og 250 gjøgnumskygdum.
Hóskar til børn frá 18 mánaða aldri.
Innihald: 4 rundir síðupartar og 1 rund botnflata.
Stødd: Ø 144 cm.
Hædd: 30 cm.
Tjúgd á kanti: 15 cm.
Tilfar: Vinyl.
Vøran er uttan ftalatar og lýkur EN 1021-1.
Hendan vøran er bíleggingarvøra. Væntað veitingartíð er umleið 2 vikur frá bíleggingardegi.
Tá vøran er komin á goymslu hjá okkum, senda vit bíleggingina sum skjótast. Veiting við Posta tekur vanliga 1–3 yrkadagar.
Kostnaður fyri veiting til bústað er 59,- og til pakkaboks 29,-. Tað er eisini møguligt at heinta bíleggingina í Alvaró í SMS.
Umbýting
Vøran kann umbýtast innan 12 dagar saman við kvittan, um hon er í sama standi sum tá hon varð keypt. Hetta kann avgreiðast í Alvaró í SMS.