Lættur og sterkur borðstólur við rundum og ergonomiskum sniði, sum hóskar til børn frá 6 mánaða aldri. Stólurin hevur 5-punkts sela og borð, so barnið kann sita trygt og væl við máltíðirnar.
Vekt: 4,39 kg.
Tilfar: Træ og HDPE.
Framleiddur í Evropa.
Stólurin lýkur EN 14988 + A1:2020 trygdarstandardin fyri borðstólar.
Hendan vøran er bíleggingarvøra. Væntað veitingartíð er umleið 2 vikur frá bíleggingardegi.
Tá vøran er komin á goymslu hjá okkum, senda vit bíleggingina sum skjótast. Veiting við Posta tekur vanliga 1–3 yrkadagar.
Kostnaður fyri veiting til bústað er 59,- og til pakkaboks 29,-. Tað er eisini møguligt at heinta bíleggingina í Alvaró í SMS.
Umbýting
Vøran kann umbýtast innan 12 dagar saman við kvittan, um hon er í sama standi sum tá hon varð keypt. Hetta kann avgreiðast í Alvaró í SMS.