Skutararnir eru stabilir og sterkir og gera tað stuttligt at koyra runt, samstundis sum børnini venja javnvág, samskipan og grovmotorikk.
Hvør skutari hevur breitt setur og høgan rygg, sum gevur góðan stuðul. Teir eru gjørdir úr tjúkkum og slitsterkum plasti og hava punkterfrí hjól, sum ikki seta merkir á gólvið. Skutararnir kunnu brúkast bæði inni og úti og eru lættir at reinsa og desinfisera.
Hóskar til børn frá 18 mánaða aldri.
Stødd pr. skutara: 68 x 48 x 41,7 cm.
Seturhædd: 24 cm.
Tilfar: Polyethylene.
100% endurnýtiligir og uttan ftalatar.
Vøran lýkur EN 71-1, EN 71-2 og EN 71-3.
Hendan vøran er bíleggingarvøra. Væntað veitingartíð er umleið 2 vikur frá bíleggingardegi.
Tá vøran er komin á goymslu hjá okkum, senda vit bíleggingina sum skjótast. Veiting við Posta tekur vanliga 1–3 yrkadagar.
Kostnaður fyri veiting til bústað er 59,- og til pakkaboks 29,-. Tað er eisini møguligt at heinta bíleggingina í Alvaró í SMS.
Umbýting
Vøran kann umbýtast innan 12 dagar saman við kvittan, um hon er í sama standi sum tá hon varð keypt. Hetta kann avgreiðast í Alvaró í SMS.