Cosy bóltabað við motorikktilhoyri
- Hendan vøran er ikki á goymslu men kann keypast til seinni veiting.
- Væntað veitingartíð: umleið 2 vikur
Stórt og rúmligt bóltabað við trappu og motorikktilhoyri, sum gevur børnunum nógvar møguleikar til spæl, rørslu og samspæl. Tilhoyrið ger tað møguligt at klintra, ganga upp og niður og venja motorikk á ymiskan hátt.
Bóltabaðið er gjørt úr slitsterkum vinyl við sterkari skúmfyllu, sum heldur skapinum væl. Botnflata fylgir við.
Bóltabaðið fæst við ella uttan bóltar. Útgávan við bóltum kemur við 1000 bóltum – 500 vanligum og 500 gjøgnumskygdum.
Hóskar til børn frá 18 mánaða aldri.
Innihald: Bóltabað, botnflata, trappa og motorikktilhoyr.
Samlað stødd: 240 x 238 x 50 cm.
Bóltabað: 190 x 190 x 37 cm.
Tjúgd á kanti: 20 cm.
Tilfar: Vinyl.
Vøran er uttan ftalatar og lýkur EN 1021-1 og EN 1021-2.
Hendan vøran er bíleggingarvøra. Væntað veitingartíð er umleið 2 vikur frá bíleggingardegi.
Tá vøran er komin á goymslu hjá okkum, senda vit bíleggingina sum skjótast. Veiting við Posta tekur vanliga 1–3 yrkadagar.
Kostnaður fyri veiting til bústað er 59,- og til pakkaboks 29,-. Tað er eisini møguligt at heinta bíleggingina í Alvaró í SMS.
Umbýting
Vøran kann umbýtast innan 12 dagar saman við kvittan, um hon er í sama standi sum tá hon varð keypt. Hetta kann avgreiðast í Alvaró í SMS.