Stórt klintri- og motorikksett til børn, har tey kunnu klintra, ganga upp trappur, skreiða niður, krúpa undir og flyta seg millum ymiskar breytir. Settið gevur nógvar møguleikar at venja motorikk, javnvág og kropskenslu gjøgnum spæl.
Settið hevur m.a. klintrivegg við korkhandtøkum, trappur, skreiðibreyt, gongubrúgv og aktivitetspanel við spegli og tannhjólum. Trygdarverja er rundan um hægru partarnar av settinum.
Hóskar til børn frá 18 mánaða til 4 ára aldur.
Gólvpláss: L 399 x B 286 cm.
Hædd: 137 cm.
Gólvhædd: 59 cm.
Tilfar: Lakkaður krossviður.
Vøran er uttan formaldehyd og lýkur NFS 54-300.
Hendan vøran er bíleggingarvøra. Væntað veitingartíð er umleið 2 vikur frá bíleggingardegi.
Tá vøran er komin á goymslu hjá okkum, senda vit bíleggingina sum skjótast. Veiting við Posta tekur vanliga 1–3 yrkadagar.
Kostnaður fyri veiting til bústað er 59,- og til pakkaboks 29,-. Tað er eisini møguligt at heinta bíleggingina í Alvaró í SMS.
Umbýting
Vøran kann umbýtast innan 12 dagar saman við kvittan, um hon er í sama standi sum tá hon varð keypt. Hetta kann avgreiðast í Alvaró í SMS.