ClimbBaby, The Slide
- Hendan vøran er ikki á goymslu men kann keypast til seinni veiting.
- Væntað veitingartíð: umleið 2 vikur
Klintri- og motorikksett til smá børn, har tey kunnu klintra, ganga upp, skreiða niður og krúpa undir. Settið gevur góðar møguleikar at venja motorikk, javnvág og kropskenslu gjøgnum spæl.
Settið hevur skreiðibreyt, trappur og spegil, sum gevur eitt eyka sansaligt íkast. Tað kann setast upp bæði beint og í vinkul, alt eftir plássinum.
Hóskar til børn frá 1 til 2 ára aldri.
Gólvhædd: 39 cm.
Stødd, bein uppseting: L 169 x B 54 x H 96 cm.
Stødd, vinkul uppseting: L 118 x B 106 x H 96 cm.
Tilfar: Lakkaður krossviður.
Vøran er uttan formaldehyd og lýkur NFS 54-300.
Hendan vøran er bíleggingarvøra. Væntað veitingartíð er umleið 2 vikur frá bíleggingardegi.
Tá vøran er komin á goymslu hjá okkum, senda vit bíleggingina sum skjótast. Veiting við Posta tekur vanliga 1–3 yrkadagar.
Kostnaður fyri veiting til bústað er 59,- og til pakkaboks 29,-. Tað er eisini møguligt at heinta bíleggingina í Alvaró í SMS.
Umbýting
Vøran kann umbýtast innan 12 dagar saman við kvittan, um hon er í sama standi sum tá hon varð keypt. Hetta kann avgreiðast í Alvaró í SMS.