Klintri- og motorikksett til smá børn, har tey kunnu klintra, ganga upp trappur, skreiða niður og krúpa undir. Settið gevur góðar møguleikar at venja motorikk, javnvág og kropskenslu gjøgnum spæl.
Settið hevur trappur, skreiðibreyt, spegil og rútu at hyggja ígjøgnum. Tað kann setast upp á fleiri ymiskar mátar, so uppsetingin kann tillagast eftir plássinum.
Hóskar til børn frá 1 til 2 ára aldri.
Gólvhædd: 39 cm.
Stødd, bein uppseting: L 221 x B 54 x H 96 cm.
Stødd, sikksakk uppseting: L 171 x B 106,5 x H 96 cm.
Stødd, vinkul uppseting: L 170 x B 106 x H 96 cm.
Tilfar: Lakkaður krossviður.
Vøran er uttan formaldehyd og lýkur NFS 54-300.
Hendan vøran er bíleggingarvøra. Væntað veitingartíð er umleið 2 vikur frá bíleggingardegi.
Tá vøran er komin á goymslu hjá okkum, senda vit bíleggingina sum skjótast. Veiting við Posta tekur vanliga 1–3 yrkadagar.
Kostnaður fyri veiting til bústað er 59,- og til pakkaboks 29,-. Tað er eisini møguligt at heinta bíleggingina í Alvaró í SMS.
Umbýting
Vøran kann umbýtast innan 12 dagar saman við kvittan, um hon er í sama standi sum tá hon varð keypt. Hetta kann avgreiðast í Alvaró í SMS.