Klintrisett til smærri børn, sum gevur møguleika at klintra, ganga, balansera og flyta seg yvir ymiskar yvirflatur. Settið styrkir motorikk og javnvág og kann tillagast eftir førleikanum hjá barninum.
Settið er partur av Climb Up seriuni og hevur ymisk modul og breytir, sum kunnu setast saman á ymiskar mátar. Modulini kunnu eisini stablast, so hædd og torleikastig kunnu broytast.
Settið inniheldur 1 miðalstórt modul, 1 lok, 1 klintribreyt, 1 lítið hall-modul úr Tiny Tot seriuni og 1 bylgjumodul úr Tiny Tot seriuni. Klintrihondtøkini eru gjørd úr endurnýttum korki.
Hóskar til børn frá 12 mánaða aldri.
Samlað gólvpláss: L 1,5 m x B 1,5 m.
Hædd: 42 cm.
Tilfar: Lakkaður krossviður.
Vøran lýkur NFS 54-300.
Hendan vøran er bíleggingarvøra. Væntað veitingartíð er umleið 2 vikur frá bíleggingardegi.
Tá vøran er komin á goymslu hjá okkum, senda vit bíleggingina sum skjótast. Veiting við Posta tekur vanliga 1–3 yrkadagar.
Kostnaður fyri veiting til bústað er 59,- og til pakkaboks 29,-. Tað er eisini møguligt at heinta bíleggingina í Alvaró í SMS.
Umbýting
Vøran kann umbýtast innan 12 dagar saman við kvittan, um hon er í sama standi sum tá hon varð keypt. Hetta kann avgreiðast í Alvaró í SMS.