Sett við tveimum træpanelum til Climb Up seriuna. Panelini verða fest á veggin og kunnu brúkast til at gera eitt klintri- og motorikkøki, sum tekur lítið gólvpláss.
Ymisk Climb Up tilhoyr, sum klintrihandtøk og tvørstykki, kann festast á panelini og gera økið meira avbjóðandi eftir aldri og førleika.
Stórt panel: B 77 x H 118 cm.
Lítið panel: B 61 x H 59,5 cm.
Tjúkt: 2 cm.
Tilfar: Lakkaður krossviður.
Hóskar til børn frá 12 mánaða aldri. Til børn undir 3 árum skal økið brúkast uttan klintrihandtøk og tvørstykki.
Vøran lýkur NFS 54-300.
Hendan vøran er bíleggingarvøra. Væntað veitingartíð er umleið 2 vikur frá bíleggingardegi.
Tá vøran er komin á goymslu hjá okkum, senda vit bíleggingina sum skjótast. Veiting við Posta tekur vanliga 1–3 yrkadagar.
Kostnaður fyri veiting til bústað er 59,- og til pakkaboks 29,-. Tað er eisini møguligt at heinta bíleggingina í Alvaró í SMS.
Umbýting
Vøran kann umbýtast innan 12 dagar saman við kvittan, um hon er í sama standi sum tá hon varð keypt. Hetta kann avgreiðast í Alvaró í SMS.