Climb Up, Daredevils
- Hendan vøran er ikki á goymslu men kann keypast til seinni veiting.
- Væntað veitingartíð: umleið 2 vikur
Stórt klintrisett til børn, sum gevur nógvar møguleikar at klintra, balansera og flyta seg millum ymiskar hæddir og breytir. Settið styrkir motorikk, javnvág og kropskenslu og kann setast saman upp á ymiskar mátar.
Settið er partur av Climb Up seriuni og hevur modul í ymiskum støddum. Modulini kunnu stablast, so hædd og torleikastig kunnu broytast og tillagast eftir barninum.
Settið inniheldur 1 miðalstórt modul, 2 stór modul, 2 lok, 1 bogaða breyt, 1 klintribreyt, 2 sett við reipahandtøkum og 5 Mosaic-mottur.
Hóskar til børn frá 3 ára aldri.
Samlað gólvpláss: L 4 m x B 2,5 m.
Hædd: 1 m.
Tilfar: Lakkaður krossviður.
Vøran lýkur NFS 54-300.
Hendan vøran er bíleggingarvøra. Væntað veitingartíð er umleið 2 vikur frá bíleggingardegi.
Tá vøran er komin á goymslu hjá okkum, senda vit bíleggingina sum skjótast. Veiting við Posta tekur vanliga 1–3 yrkadagar.
Kostnaður fyri veiting til bústað er 59,- og til pakkaboks 29,-. Tað er eisini møguligt at heinta bíleggingina í Alvaró í SMS.
Umbýting
Vøran kann umbýtast innan 12 dagar saman við kvittan, um hon er í sama standi sum tá hon varð keypt. Hetta kann avgreiðast í Alvaró í SMS.