Praktisk ferðataska til Butterfly klappvognin, sum verjir vognin móti skitti og skøvum, tá tit eru á ferð. Taskan er gjørd úr slitsterkum, vatnavvísandi tilfari og er polstrað fyri eyka verju.
Vognurin er lættur at pakka í og úr taskuni, og hon kann berast við handtaki ella sum ryggsekkur við polstraðum akslareimum. Taskan hevur eisini pláss til eyka tilhoyr, sum t.d. frontboyla ella regnslag.
Passar til: Bugaboo Butterfly og Bugaboo Butterfly 2.
Mát: 24 x 45 x 55 cm.
Tilfar: 100% polyester.
Veiting
Vørur til veiting í Havn ella har landfast er úr Havnini verða vanliga veittar sama dag, um bíleggingin er gjørd áðrenn kl. 10. Bíleggur tú fríggjadag eftir kl. 10, leygardag ella sunnudag, verður vøran veitt mánadagin eftir.
Vørur til veiting har ikki landfast er úr Havnini hava vanliga veitingartíð á 1-3 dagar.
Kostnaður fyri veiting til bústað er 49,- og kostnaður fyri veiting til pakkaboks er 29,-.
Tað er eisini møguligt at heinta pakkan í Alvaró, SMS.
Legg til merkis, at veitingartíðin kann vera longri, um nógv bílagt verður samstundis, t.d. í sambandi við útsølu ella tilboð.
Umbýting
Vøran kann umbýtast innan 12 dagar saman við kvittan, um hon er í sama standi sum tá hon varð keypt. Hetta kann avgreiðast í Alvaró í SMS.