Praktiskt bestikksett til børn úr rustfríum stáli við skeið, knívi og gaffli. Bestikkið er sniðgivið til smáar hendur og hóskar væl, tá barnið skal venja seg at eta sjálvt.
Bestikkið tolir uppvaskimaskinu, og 60% av metalinum er endurnýtt tilfar.
Skeið: L 12 x B 4 cm – skeiðpartur 5 cm.
Knívur: L 16 x B 1,5 cm – blað 7,5 cm.
Gaffil: L 16 x B 3 cm – tindar 3 cm.
Tilfar: Rustfrítt stál.
Hóskar frá: 3 ára aldri.
Hendan vøran er bíleggingarvøra. Væntað veitingartíð er umleið 2 vikur frá bíleggingardegi.
Tá vøran er komin á goymslu hjá okkum, senda vit bíleggingina sum skjótast. Veiting við Posta tekur vanliga 1–3 yrkadagar.
Kostnaður fyri veiting til bústað er 59,- og til pakkaboks 29,-. Tað er eisini møguligt at heinta bíleggingina í Alvaró í SMS.
Umbýting
Vøran kann umbýtast innan 12 dagar saman við kvittan, um hon er í sama standi sum tá hon varð keypt. Hetta kann avgreiðast í Alvaró í SMS.