Praktiskur barnaknívur úr rustfríum stáli, sniðgivin til smáar hendur. Knívurin hevur avrundað blað og hóskar væl, tá barnið skal venja seg at brúka knív sjálvt.
Knívurin tolir uppvaskimaskinu. 60% av metalinum er endurnýtt tilfar.
Longd: 16 cm.
Breidd: 1,5 cm.
Longd á blaði: 7,5 cm.
Tilfar: Rustfrítt stál.
Hóskar frá: 3 ára aldri.
Hendan vøran er bíleggingarvøra. Væntað veitingartíð er umleið 2 vikur frá bíleggingardegi.
Tá vøran er komin á goymslu hjá okkum, senda vit bíleggingina sum skjótast. Veiting við Posta tekur vanliga 1–3 yrkadagar.
Kostnaður fyri veiting til bústað er 59,- og til pakkaboks 29,-. Tað er eisini møguligt at heinta bíleggingina í Alvaró í SMS.
Umbýting
Vøran kann umbýtast innan 12 dagar saman við kvittan, um hon er í sama standi sum tá hon varð keypt. Hetta kann avgreiðast í Alvaró í SMS.