Aktivitetsstativ
Aktivitetsstativ
Aktivitetsstativ
Aktivitetsstativ
Aktivitetsstativ
Aktivitetsstativ
Aktivitetsstativ

Aktivitetsstativ

Vanligur prísurkr 419,95 DKK
/

  • Viðmerk í vørukurvini um tú ynskir vøruna pakkaða inn
  • Umbýting galdandi 12 dagar. Tó ikki galdandi fyri niðursetta vøru.

Stilreint aktivitetsstativ úr træ til baby, har tú kanst hanga leikur upp, sum barnið kann hyggja eftir og royna at røkka. Hetta stimbrar eyga-hond samskipan og motoriska menning, meðan barnið liggur á rygginum og spælir.

Stativið er lætt at seta saman og taka sundur uttan amboð og fyllir lítið, tá tað skal goymast ella takast við. Leikur til uppheinging fylgir ikki við.

Mát

  • Hædd: 51 cm
  • Longd: 65 cm
  • Breidd: 54,5 cm

Tilfar

  • 80% krossfinér úr lind
  • 20% bøkitræ

Træið er FSC® Mix-góðkent.

Veiting
Vørur til veiting í Havn ella har landfast er úr Havnini verða vanliga veittar sama dag, um bíleggingin er gjørd áðrenn kl. 10. Bíleggur tú fríggjadag eftir kl. 10, leygardag ella sunnudag, verður vøran veitt mánadagin eftir.

Vørur til veiting har ikki landfast er úr Havnini hava vanliga veitingartíð á 1-3 dagar.

Kostnaður fyri veiting til bústað er 59,- og kostnaður fyri veiting til pakkaboks er 29,-.

Tað er eisini møguligt at heinta pakkan í Alvaró, SMS.

Legg til merkis, at veitingartíðin kann vera longri, um nógv bílagt verður samstundis, t.d. í sambandi við útsølu ella tilboð.

Umbýting
Vøran kann umbýtast innan 12 dagar saman við kvittan, um hon er í sama standi sum tá hon varð keypt. Hetta kann avgreiðast í Alvaró í SMS.

This site is protected by hCaptcha and the hCaptcha Privacy Policy and Terms of Service apply.