Odder Aero er ein lættur og kompaktur klappvognur, sum kann brúkast frá føðing og upp til 22 kg. Ryggurin kann leggjast heilt niður, og við 85 cm liggimáti kann barnið liggja væl og sova á túrinum.
Vognurin vigar bert 8,3 kg og kann leggjast saman við einari hond. Framhjólini kunnu snara 360° og læsast eftir tørvi, og kallesjan hevur góða ventilatión. Fótstuðulin kann stillast, frontboylin takast av, og vognurin hevur eisini fóttrin til størri børn.
Stýrihædd: 107 cm.
Hjólstødd: 6" og 6,5".
Samanlagd stødd: 54 x 45 x 27 cm.
Samanlagda støddin kann lúka krøvini til hondviðføri hjá summum flogfeløgum. Kanna altíð galdandi reglur hjá flogfelagnum áðrenn ferð.
Veiting
Vørur til veiting í Havn ella har landfast er úr Havnini verða vanliga veittar sama dag, um bíleggingin er gjørd áðrenn kl. 10. Bíleggur tú fríggjadag eftir kl. 10, leygardag ella sunnudag, verður vøran veitt mánadagin eftir.
Vørur til veiting har ikki landfast er úr Havnini hava vanliga veitingartíð á 1-3 dagar.
Kostnaður fyri veiting til bústað er 59,- og kostnaður fyri veiting til pakkaboks er 29,-.
Tað er eisini møguligt at heinta pakkan í Alvaró, SMS.
Legg til merkis, at veitingartíðin kann vera longri, um nógv bílagt verður samstundis, t.d. í sambandi við útsølu ella tilboð.
Umbýting
Vøran kann umbýtast innan 12 dagar saman við kvittan, um hon er í sama standi sum tá hon varð keypt. Hetta kann avgreiðast í Alvaró í SMS.