Voksi City North er ein eyka heitur og væl bjálvaður soviposi, sum er gjørdur til kaldar heyst- og vetrardagar.
Soviposin kann brúkast frá føðing og upp til umleið 4 ár. Hann er fyltur við dún og fjaðrum og hevur 100% ull í bakinum, sum hjálpir við at regulera hitan og draga vætu burtur, so barnið liggur turt og gott. Dúnið er býtt upp í kassalagaðar rútar, sum halda fylluni javnt býttari og minka um kuldabrýr.
Ytra lagið er vindtætt, andandi og vatnavvísandi við vatnsúlutrykki á 8000 mm – væl egnað til føroyska heyst- og vetrarveðrið.
Sniðið hevur fleiri snildar detaljur:
✔ Integreraður longdarpartur, so soviposin veksur við barninum
✔ Glíðtrygt bak, so hann situr væl í vogninum
✔ Passar til 5-punkt selar
✔ Glíðlás á síðunum, so lætt er at lata upp og fáa fatur á barninum
✔ Kann latast upp fyri meira luft og hitaregulering
✔ Høvdalagið kann tillagast, so tað verjir væl á køldum døgum
Voksi City North er OEKO-TEX® Standard 100, Class 1 góðkendur og framleiddur við RDS-góðkendum dúni og RWS-góðkendari ull. Ytra tilfarið er viðgjørt við BIONIC-FINISH® ECO.
| Aldur | 0-4 ár |
|---|---|
| Mát | Longd: 90-115 cm, Breidd: 50 cm |
| Hóskar til | Barnavognar og klappvognar |
| Sele | Passar til 5-punkt selar |
| Árstíð | Heyst & vetur |
| Hitastig | Eyka kalt – maksimal isolering |
| Vatnavvísandi | Ja, vatnsúlutrykkur á 8000 mm |
| Vindverja | Ja |
| Andandi | Ja, við membran |
| Tilfar, uttan | 100% nylon |
| Tilfar, innan | 100% bummull |
| Fylla framman | 80% dún, 20% fjaðrar |
| Fylla aftan | 100% ull |
Voksi City North er ein eyka heitur soviposi við náttúrligum tilfari og góðari hitaregulering – gjørdur til børn, sum skulu liggja heitt og væl, eisini tá tað er ordiliga kalt úti.
Varan er send frá Færeyjum til Íslands með TVG einu sinni í viku. Pantanir sem berast fyrir lok dags á fimmtudegi fara að jafnaði með næstu sendingu og eru afhentar í vikunni á eftir.
Afhendingartími er yfirleitt 3–9 virkir dagar frá pöntun. Sendingarkostnaður er 99 kr. í næsta pakkabox og 169 kr. fyrir heimsendingu.
Verðið er með íslenskum VSK og engin aukagjöld bætast við þegar pakkinn er afhentur á Íslandi.