Cove kombivognurin er ein góður og vakur vognur, gjørdur til at geva bæði barninum og foreldrunum ein behagiligan og lættan gerandisdag. Hann er ætlaður frá nýføðingi upp til umleið 4 ára aldur (22 kg) og hevur gott pláss, sterkan bygnað og er mjúkur at trilla.
Hæddin á vognkassanum/setri kann stillast í til 3 ymiskar hæddir, so tú kanst hava barnið nær og í eygnahædd, og setrið kann vendast soleiðis at barnið hyggur antin fram- ella aftureftir.
Kallesjan er stór og hevur UPF50+ sólverju. Kallesjan kann eisini stilllast í hæddini, so setrið kann tillagast hæddina á barninum.
Fjaðringin og hjólini gera vognin støðugan og lættan at stýra, eisini á ósløttum undirlagi. Vørukurvin er stór og kann bera heili 10 kg.
Hann er lættur at leggja saman - eisini við bert einari hond, og alt klæði kann takast av og vaskast. Stellið kann, saman við millumlið sum fylgir við vogninum, brúkast saman við Glide bilstólinum.
Fakta:
Vekt: 12,2 kg
Mát: 82,5 × 59 × 97-109 cm
Mát (samanlagdur): 71 × 61 × 30,5 cm
Hetta fylgir við: Stell við vognkassa og setur, góð madrassa, regnslag, soviposi, puslitaska, kopphaldari og millumlið til bilstól.
Varan er send frá Færeyjum til Íslands með TVG. Afhendingartími er 3–11 dagar og birtist þegar þú velur afhendingarmáta. Verð er 99 kr. í næsta pakkabox og 169 kr. fyrir heimsendingu.
Verðið er með íslenskum VSK og því þarftu ekki að greiða toll eða skatta við móttöku á Íslandi.