Sera góður kombivognur, sum fyllir lítið samanlagdur.
Vognkassin er ætlaður tað fyrsta hálva árið og síðan svevur barnið í setrinum sum kann leggjast heilt flatt. Setrið kann vendast soleiðis at barnið hyggur antin fram- ella aftureftir.
Stellið er sera væl fjaðrað og kann, saman við millumlið sum fylgir við vogninum, brúkast saman við Dream bilstólinum.
Við í keypinum fylgir stell, vognkassi, setur, góð madrassa, tvey regnsløg og millumlið til Dream bilstólin.
Liggimát (setur): 88 cm.
Stødd (samanlagdur): 61 (longd) x 40,5 (breidd) x 23 (hædd) cm.
Vekt (stell): 7,2 kg.
Vekt (vognkassi): 3,95 kg
Vekt (setur): 3,45 kg.
Veiting
Vørur til veiting í Havn ella har landfast er úr Havnini verða vanliga veittar sama dag, um bíleggingin er gjørd áðrenn kl. 10. Bíleggur tú fríggjadag eftir kl. 10, leygardag ella sunnudag, verður vøran veitt mánadagin eftir.
Vørur til veiting har ikki landfast er úr Havnini hava vanliga veitingartíð á 1-3 dagar.
Kostnaður fyri veiting er 39,-.
Tað er eisini møguligt at heinta pakkan í Alvaró, SMS.
Legg til merkis, at veitingartíðin kann vera longri, um nógv bílagt verður samstundis, t.d. í sambandi við útsølu ella tilboð.
Umbýting
Vøran kann umbýtast innan 12 dagar saman við kvittan, um hon er í sama standi sum tá hon varð keypt. Hetta kann avgreiðast í Alvaró í SMS.