Sera mjúkar after-birth leggings úr MicroModal, sum geva behagiligan stuðul um búk, lendar og rumpu. Buksurnar eru sniðgivnar í samráð við GynObs fysioterapeut, sum eru serfrøðingar í kvinnukroppinum áðrenn, undir og eftir viðgongutíð.
Tilfar: 75% modal, 15% polyamid, 5% elastan.
Vøran er góðkend eftir Øko-Tex 100, sum tryggjar, at hon er framleidd eftir hægstu heilsugóðkendarligum krøvum.
Veiting
Vørur til veiting í Havn ella har landfast er úr Havnini verða vanliga veittar sama dag, um bíleggingin er gjørd áðrenn kl. 10. Bíleggur tú fríggjadag eftir kl. 10, leygardag ella sunnudag, verður vøran veitt mánadagin eftir.
Vørur til veiting har ikki landfast er úr Havnini hava vanliga veitingartíð á 1-3 dagar.
Kostnaður fyri veiting er 39,-.
Tað er eisini møguligt at heinta pakkan í Alvaró, SMS.
Legg til merkis, at veitingartíðin kann vera longri, um nógv bílagt verður samstundis, t.d. í sambandi við útsølu ella tilboð.
Umbýting
Vøran kann umbýtast innan 12 dagar saman við kvittan, um hon er í sama standi sum tá hon varð keypt. Hetta kann avgreiðast í Alvaró í SMS.