Motion 2 er ein i-Size góðkendur bilstólur, sum er ætlaður børnum heilt frá 0 til 12 ár (40-145 cm).
Bilstólurin hevur Motion Safe stoytverju og kann snúra 360°, soleiðis at barnið kann sita bæði fram- og afturvent. Hetta ger eisini at tað er lættari at festa barnið í stólin.
Ímun til fyrru útgávuna hevur Motion 2 nýtt Hydro Protect innlegg, sum er heilt vatntætt og kann lættliga takast úr og vaskast. Hann hevur nýggjar selar, sum er lættari at spenna og nýggja innbygda síðuverju, sum tryggjar enn betur síðuverju allan vegin frá høvdinum niður til mjadnarnar.
Áklæðið er úr ovurviðkvæmis vinarligum bambus. Smábarnainnlegg fylgir við.
Veiting
Vørur til veiting í Havn ella har landfast er úr Havnini verða vanliga veittar sama dag, um bíleggingin er gjørd áðrenn kl. 10. Bíleggur tú fríggjadag eftir kl. 10, leygardag ella sunnudag, verður vøran veitt mánadagin eftir.
Vørur til veiting har ikki landfast er úr Havnini hava vanliga veitingartíð á 1-3 dagar.
Kostnaður fyri veiting er 39,-.
Tað er eisini møguligt at heinta pakkan í Alvaró, SMS.
Legg til merkis, at veitingartíðin kann vera longri, um nógv bílagt verður samstundis, t.d. í sambandi við útsølu ella tilboð.
Umbýting
Vøran kann umbýtast innan 12 dagar saman við kvittan, um hon er í sama standi sum tá hon varð keypt. Hetta kann avgreiðast í Alvaró í SMS.