Praktisk suttuhill við 25 rúmum, sum gevur gott yvirlit og ger tað lætt at halda skil á suttunum. Hvørt rúm hevur pláss fyri einari suttu og kann merkjast við navni, so hillin hóskar serliga væl til dagstovnar og aðrar stovnar.
Hillin er gjørd úr træi frá burðardyggum skógum og lýkur EN 71-3 standardin.
Mát
Festiskrúvur til veggin fylgja ikki við, tí røttu skrúvurnar mugu veljast eftir, hvørjum tilfari veggurin er úr.
Hendan vøran er bíleggingarvøra. Væntað veitingartíð er umleið 2 vikur frá bíleggingardegi.
Tá vøran er komin á goymslu hjá okkum, senda vit bíleggingina sum skjótast. Veiting við Posta tekur vanliga 1–3 yrkadagar.
Kostnaður fyri veiting til bústað er 59,- og til pakkaboks 29,-. Tað er eisini møguligt at heinta bíleggingina í Alvaró í SMS.
Umbýting
Vøran kann umbýtast innan 12 dagar saman við kvittan, um hon er í sama standi sum tá hon varð keypt. Hetta kann avgreiðast í Alvaró í SMS.