Lookéo pusliborð
- Hendan vøran er ikki á goymslu men kann keypast til seinni veiting.
- Væntað veitingartíð: umleið 2 vikur
Praktiskt og kompakt pusliborð úr træi við góðum goymsluplássi. Tær báðar stóru hillarnar eru opnar frá fleiri síðum, so tað er lætt at hava blæur, klæði og annað við hondina. Ein stong til handklæði er eisini á síðuni.
Pusliborðið hevur fýra hjól og er tí lætt at flyta runt. Tvey av hjólunum kunnu læsast, so borðið stendur trygt, meðan tað verður brúkt. Høgir kantar rundan um pusliplássið hjálpa við at halda puslimáttuni á sínum stað.
Borðið er gjørt úr lakeraðum krossviði og kann vaskast við vatni. Tað lýkur EN 12221-trygdarstandardin fyri pusliborð.
Mát og vekt
- Longd: 76 cm
- Breidd: 56 cm
- Hædd á pusliplássi: 80 cm
- Samlað hædd: 90 cm
Hendan vøran er bíleggingarvøra. Væntað veitingartíð er umleið 2 vikur frá bíleggingardegi.
Tá vøran er komin á goymslu hjá okkum, senda vit bíleggingina sum skjótast. Veiting við Posta tekur vanliga 1–3 yrkadagar.
Kostnaður fyri veiting til bústað er 59,- og til pakkaboks 29,-. Tað er eisini møguligt at heinta bíleggingina í Alvaró í SMS.
Umbýting
Vøran kann umbýtast innan 12 dagar saman við kvittan, um hon er í sama standi sum tá hon varð keypt. Hetta kann avgreiðast í Alvaró í SMS.