Kazéo vask við infrareyðum sensor
Kazéo vask við infrareyðum sensor
Kazéo vask við infrareyðum sensor
Kazéo vask við infrareyðum sensor
Kazéo vask við infrareyðum sensor

Kazéo vask við infrareyðum sensor

Vanligur prísurkr 19.299,00 DKK
/

Snið
  • Hendan vøran er ikki á goymslu men kann keypast til seinni veiting.
  • Væntað veitingartíð: umleið 2 vikur

Praktiskt vask, sum er vælegnað til dagstovnar og aðrar stovnar. Vaskið kann setast saman við øðrum eindum í Kazéo-røðini og ger tað lætt at laga pusliøkið eftir tørvinum.

Vaskið er gjørt úr slitsterkari mineralresin, sum er lætt at halda reint. Høgir kantar rundan um vaskið geva góða trygd og verja móti vatni.

Armaturið hevur infrareyðan sensor og krevur tí onga handfaring. Tað ger vaskið serliga hygieniskt í dagligari nýtslu. Armaturið skrásetur rørslu og letur vatnið renna sjálvvirkandi, hevur regluliga skoling fyri at minka um bakteriuspreiðing, kalktálmandi luftblandara og sparir upp til 90% av vatninum.

Skápið hevur tvær skápshurðar og gevur gott goymslupláss til handklæði, sápu og annað, sum skal vera beint við hondina. Skápshurðarnar hava bremsuskipan, so tær lata aftur mjúkt og stillisliga.

Skápið er gjørt úr melaminviðgjørdum spónplátum, sum eru slitsterkar og lættar at halda reinar. Vaskið lýkur E0.5-krøvini fyri formaldehydútlát sambært EN 717-2 og er M3-brunatálmandi.

Mát

  • Breidd: 70 cm
  • Hædd: 105 cm
  • Dýpd: 77,5 cm
  • Hædd á vaskinum: 90 cm
  • Dýpd á vaskinum: 32 cm

Hendan vøran er bíleggingarvøra. Væntað veitingartíð er umleið 2 vikur frá bíleggingardegi.

Tá vøran er komin á goymslu hjá okkum, senda vit bíleggingina sum skjótast. Veiting við Posta tekur vanliga 1–3 yrkadagar.

Kostnaður fyri veiting til bústað er 59,- og til pakkaboks 29,-. Tað er eisini møguligt at heinta bíleggingina í Alvaró í SMS.

Umbýting

Vøran kann umbýtast innan 12 dagar saman við kvittan, um hon er í sama standi sum tá hon varð keypt. Hetta kann avgreiðast í Alvaró í SMS.

This site is protected by hCaptcha and the hCaptcha Privacy Policy and Terms of Service apply.