Kazéo er ein sterk og praktisk trappa, sum er vælegnað til dagstovnar og aðrar stovnar. Trappan ger tað møguligt hjá størri børnum sjálvum at ganga upp á pusliplássið og minkar soleiðis um óneyðug lyft hjá starvsfólkinum.
Hjólini aftan gera trappuna lætta at flyta og seta har, sum tørvur er á henni. Høgir síðukantar geva barninum góðan stuðul á vegnum upp og niður.
Trappan er gjørd úr melaminviðgjørdum spónplátum og inniheldur uml. 48% endurnýtt træ. Hon er slitsterk, lætt at halda reina og er M3-brunatálmandi.
Mát
Hendan vøran er bíleggingarvøra. Væntað veitingartíð er umleið 2 vikur frá bíleggingardegi.
Tá vøran er komin á goymslu hjá okkum, senda vit bíleggingina sum skjótast. Veiting við Posta tekur vanliga 1–3 yrkadagar.
Kostnaður fyri veiting til bústað er 59,- og til pakkaboks 29,-. Tað er eisini møguligt at heinta bíleggingina í Alvaró í SMS.
Umbýting
Vøran kann umbýtast innan 12 dagar saman við kvittan, um hon er í sama standi sum tá hon varð keypt. Hetta kann avgreiðast í Alvaró í SMS.