Stabilur stuðul til smábørn, sum eru við at læra at standa og ganga. Runda sniðið gevur barninum góðan stuðul rundan um kroppin, og stóra handtakið er lætt hjá smáum hondum at halda um.
Vøran er gjørd úr sterkum polyethylen og er sniðgivin soleiðis, at hon stendur væl og ikki lætt koppar, sjálvt um barnið hellir seg inn á hana. Hon kann brúkast bæði inni og úti.
Hóskar til børn frá 9 mánaða aldri.
Stødd: 54 x 48 x 43 cm.
Hendan vøran er bíleggingarvøra. Væntað veitingartíð er umleið 2 vikur frá bíleggingardegi.
Tá vøran er komin á goymslu hjá okkum, senda vit bíleggingina sum skjótast. Veiting við Posta tekur vanliga 1–3 yrkadagar.
Kostnaður fyri veiting til bústað er 59,- og til pakkaboks 29,-. Tað er eisini møguligt at heinta bíleggingina í Alvaró í SMS.
Umbýting
Vøran kann umbýtast innan 12 dagar saman við kvittan, um hon er í sama standi sum tá hon varð keypt. Hetta kann avgreiðast í Alvaró í SMS.