Adam er ein sansalig sitipúta til borðstól, sum kann hjálpa barninum at finna meira ró og stuðul, tá tað situr við borðið. Pútan er serliga góð til børn, sum hava tørv á sansaligum inputi, og kann brúkast bæði heima, á stovni og til máltíðir.
Pútan fæst í tveimum variantum. Bleyta útgávan hevur eitt eyka lag av skúmi, so trýstið kennist mildari og meira behagiligt. Harða útgávan gevur meira intensan sansaligan stimulans, tí kúlurnar liggja beint undir yvirflatuni.
Pútan kann festast um stólin við velcro og er løtt at reinsa við desinfiserandi sápu og vatni.
Variantur: Bleyt ella hørð.
Aldur: Frá 1 ára aldri.
Vekt: 0,5 kg.
Vøran er CE-góðkend sum medisinsk útgerð.
Hendan vøran er bíleggingarvøra.
Tá vøran er komin á goymslu hjá okkum, senda vit bíleggingina sum skjótast. Veiting við Posta tekur vanliga 1–3 yrkadagar.
Kostnaður fyri veiting til bústað er 59,- og til pakkaboks 29,-. Tað er eisini møguligt at heinta bíleggingina í Alvaró í SMS.
Umbýting
Vøran kann umbýtast innan 12 dagar saman við kvittan, um hon er í sama standi sum tá hon varð keypt. Hetta kann avgreiðast í Alvaró í SMS.