Stabilur 2-í-1 gangivognur úr træ, sum bæði kann brúkast til fyrstu fetini og sum sitileika, tá barnið er vorðið tryggari á beinunum. Vognurin hevur stillislig hjól og gott handtak, sum gevur barninum stuðul, tá tað gongur.
Á síðunum eru ymiskir aktivitetir, sum stimbrar fínmotorikk og forvitni, m.a. spegil, tannhjól og formar, sum kunnu takast úr og setast aftur. Aftan er setur og goymslurúm til leikur og smálutir.
Hóskar til børn frá 1 ára aldri.
Stødd: 58 x 33 x 45 cm.
Setuhædd: 24 cm.
Tilfar: Lakerað MDF og lakkerað krossvið.
Verður leveraður sundurtikin og skal setast saman.
Vøran lýkur EN 71-1, EN 71-2 og EN 71-3.
Hendan vøran er bíleggingarvøra. Væntað veitingartíð er umleið 2 vikur frá bíleggingardegi.
Tá vøran er komin á goymslu hjá okkum, senda vit bíleggingina sum skjótast. Veiting við Posta tekur vanliga 1–3 yrkadagar.
Kostnaður fyri veiting til bústað er 59,- og til pakkaboks 29,-. Tað er eisini møguligt at heinta bíleggingina í Alvaró í SMS.
Umbýting
Vøran kann umbýtast innan 12 dagar saman við kvittan, um hon er í sama standi sum tá hon varð keypt. Hetta kann avgreiðast í Alvaró í SMS.