ABUS Smiley 3.0 LED er ein tryggur og góður súkkluhjálmur til smærri børn. Hjálmurin hevur djúpan passform og eyka verju við pannuna, tinningarnar og nakkan, so hann situr væl og gevur góða trygd.
Hjálmurin kann stillast bæði í breidd og hædd, so hann lættliga kann tillagast høvdinum hjá barninum. Hann hevur innbygt LED-bakljós, refleksir og góða ventilatión, sum ger hann praktiskan til dagliga nýtslu.
Veiting
Vørur til veiting í Havn ella har landfast er úr Havnini verða vanliga veittar sama dag, um bíleggingin er gjørd áðrenn kl. 10. Bíleggur tú fríggjadag eftir kl. 10, leygardag ella sunnudag, verður vøran veitt mánadagin eftir.
Vørur til veiting har ikki landfast er úr Havnini hava vanliga veitingartíð á 1-3 dagar.
Kostnaður fyri veiting til bústað er 49,- og kostnaður fyri veiting til pakkaboks er 29,-.
Tað er eisini møguligt at heinta pakkan í Alvaró, SMS.
Legg til merkis, at veitingartíðin kann vera longri, um nógv bílagt verður samstundis, t.d. í sambandi við útsølu ella tilboð.
Umbýting
Vøran kann umbýtast innan 12 dagar saman við kvittan, um hon er í sama standi sum tá hon varð keypt. Hetta kann avgreiðast í Alvaró í SMS.