Flottur borðstólur, sum veksur við barninum. Setrið kann stillast til 5 ymiskar hæddir og fótalagið til 9 ymiskar hæddir.
Kann brúkast saman við Newborn Set tá barnið er 0-6 mðr og saman við Baby Set tá barnið er 6-36 mðr.
Tilfar: FSC góðkendur bókarviður úr Europa.
Er góðkendur at bera 100 kg.
Hendan vøran er bíleggingarvøra.
Tá vøran er komin á goymslu hjá okkum, senda vit bíleggingina sum skjótast. Veiting við Posta tekur vanliga 1–3 yrkadagar.
Kostnaður fyri veiting til bústað er 59,- og til pakkaboks 29,-. Tað er eisini møguligt at heinta bíleggingina í Alvaró í SMS.
Umbýting
Vøran kann umbýtast innan 12 dagar saman við kvittan, um hon er í sama standi sum tá hon varð keypt. Hetta kann avgreiðast í Alvaró í SMS.