Ergonomiskur klædnastigi, sum er gjørdur til stovnar og dagrøktir, har børn skulu hjálpast í og úr klæðum. Stigin ger tað møguligt hjá barninum at koma upp í eina góða arbeiðshædd, so starvsfólk kunnu sita ella standa betur, meðan tey hjálpa barninum.
Stigin hjálpir við at minka um tung lyft og óhepnar arbeiðsstøður og er tí ein góð loysn í garderobuni.
Tilfar: Birkikrossfinér.
Litur: Hvítt pigmenterað lakk.
Stødd: B 75 x L 65,5 x H 114 cm.
Hendan vøran er bíleggingarvøra.
Tá vøran er komin á goymslu hjá okkum, senda vit bíleggingina sum skjótast. Veiting við Posta tekur vanliga 1–3 yrkadagar.
Kostnaður fyri veiting til bústað er 59,- og til pakkaboks 29,-. Tað er eisini møguligt at heinta bíleggingina í Alvaró í SMS.
Umbýting
Vøran kann umbýtast innan 12 dagar saman við kvittan, um hon er í sama standi sum tá hon varð keypt. Hetta kann avgreiðast í Alvaró í SMS.