Maya tyngdarpúta
- Hendan vøran er ikki á goymslu men kann keypast til seinni veiting.
- Ynskir tú at vita nær hendan vøran kann veitast? Skriva okkum boð niðanfyri.
Maya er ein sansalig tyngdarpúta til fangið, sum kann hjálpa at skapa ró og betri kropskenslu. Pútan er góð í løtum, har tørvur er á eyka stuðli, til dømis tá barnið skal sita stilt, hvíla seg ella savna seg.
Pútan legst á fangið og gevur eitt javnt og róligt trýst. Hon hevur lummar, har hendurnar kunnu koyrast inn, og inni í lummunum eru smáar kúlur, sum kunnu rørast við fingrunum. Hetta gevur sansaligt input og kann hjálpa óroligum hondum og beinum at finna meira ró.
Stødd: 50 x 17 cm.
Vekt: 3 kg.
Vøran er CE-góðkend sum medisinsk útgerð.
Veiting
Vørur til veiting í Havn ella har landfast er úr Havnini verða vanliga veittar sama dag, um bíleggingin er gjørd áðrenn kl. 10. Bíleggur tú fríggjadag eftir kl. 10, leygardag ella sunnudag, verður vøran veitt mánadagin eftir.
Vørur til veiting har ikki landfast er úr Havnini hava vanliga veitingartíð á 1-3 dagar.
Kostnaður fyri veiting til bústað er 49,- og kostnaður fyri veiting til pakkaboks er 29,-.
Tað er eisini møguligt at heinta pakkan í Alvaró, SMS.
Legg til merkis, at veitingartíðin kann vera longri, um nógv bílagt verður samstundis, t.d. í sambandi við útsølu ella tilboð.
Umbýting
Vøran kann umbýtast innan 12 dagar saman við kvittan, um hon er í sama standi sum tá hon varð keypt. Hetta kann avgreiðast í Alvaró í SMS.