Thermolite Performance soviposi, Desert Taupe
- Hendan vøran er ikki á goymslu men kann keypast til seinni veiting.
- Ynskir tú at vita nær hendan vøran kann veitast? Skriva okkum boð niðanfyri.
Heitur og fjálgur soviposi, sum verjir barnið væl ímóti kulda, vindi og regni. Hann heldur hitanum heilt niður til -20°C og hevur mjúka klæðing innan, so barnið liggur væl og fjálgt.
Innleggið úr Thermolite® kann takast úr, um tað gerst ov heitt, og við høvdalagnum kanst tú spenna soviposan til, soleiðis at barnið liggur trygt og væl ballað.
Soviposin er gjørdur úr endurvunnum tilfari og passar til allar Bugaboo-vognar.
Hendan vøran er bíleggingarvøra.
Tá vøran er komin á goymslu hjá okkum, senda vit bíleggingina sum skjótast. Veiting við Posta tekur vanliga 1–3 yrkadagar.
Kostnaður fyri veiting til bústað er 59,- og til pakkaboks 29,-. Tað er eisini møguligt at heinta bíleggingina í Alvaró í SMS.
Umbýting
Vøran kann umbýtast innan 12 dagar saman við kvittan, um hon er í sama standi sum tá hon varð keypt. Hetta kann avgreiðast í Alvaró í SMS.