Snøggur og praktiskur borðstólur úr bøkitræi, sum kann brúkast frá umleið 3 ára aldri og heilt upp í vaksnamannaaldur.
Setrið og fótaskamulin kunnu stillast bæði í hædd og dýpd, so stólurin kann tillagast eftir hædd og aldri. Tá setrið og fótaskamulin eru í teimum ovaru støðunum, halla tey eitt sindur og stuðla undir eina natúrliga og ergonomiska sitistøðu.
Stólurin kann lættliga leggjast saman við tveimum knappum og fyllir lítið, tá hann ikki er í nýtslu.
Mát: L 62,6 × B 47,3 × H 81,5 cm
Mát samanlagdur: L 27,4 × B 47,3 × H 91,5 cm
Vekt: 6,5 kg
Mest loyvda vekt: 120 kg
Veiting
Vørur til veiting í Havn ella har landfast er úr Havnini verða vanliga veittar sama dag, um bíleggingin er gjørd áðrenn kl. 10. Bíleggur tú fríggjadag eftir kl. 10, leygardag ella sunnudag, verður vøran veitt mánadagin eftir.
Vørur til veiting har ikki landfast er úr Havnini hava vanliga veitingartíð á 1-3 dagar.
Kostnaður fyri veiting til bústað er 49,- og kostnaður fyri veiting til pakkaboks er 29,-.
Tað er eisini møguligt at heinta pakkan í Alvaró, SMS.
Legg til merkis, at veitingartíðin kann vera longri, um nógv bílagt verður samstundis, t.d. í sambandi við útsølu ella tilboð.
Umbýting
Vøran kann umbýtast innan 12 dagar saman við kvittan, um hon er í sama standi sum tá hon varð keypt. Hetta kann avgreiðast í Alvaró í SMS.