Magnesium Oil
Magnesium Oil
Magnesium Oil
Magnesium Oil
Magnesium Oil

Magnesium Oil

Vanligur prísur kr 139,95 DKK Niðursettur prísurkr 98,00 DKK Spar 30%
/

  • Viðmerk í vørukurvini um tú ynskir vøruna pakkaða inn
  • Umbýting galdandi 12 dagar. Tó ikki galdandi fyri niðursetta vøru.

Magnesium Oil er eitt magnesiumspray til vaksin – serliga væl egnað tá tú ert við barn og eftir føðing, har kroppurin arbeiðir eyka nógv. Tað kann hjálpa kroppinum at slappa av og finna javnvág, tá tørvur er á ró.

Sprayið inniheldur 100% náttúrliga magnesiumolju úr Zechstein-kelduni í Hollandi, sum er kend fyri sín sera høga reinleika. Magnesium kann m.a. linna spenningar í kroppinum, gera vøddar mjúkari og hjálpa, tá kroppurin kennist tungur, móður ella ófriðarligur – t.d. í beinum, lendum, herðum og nakka.

Brúksráð:
10–12 spray dagliga.

Magnesium er eitt salt og kann geva eina prikkandi kenslu á húðini, sum er heilt vanligt. Um tað svíður ov nógv, kann sprayið blandast 1:1 við vatni. Kann vaskast av eftir umleið 20 minuttum um ynskiligt.

Rist fløskuna áðrenn brúk.

Nýt ikki á skaddari ella irriteraðari húð ella nær við slímhinnur og opin sár.

Innihald:
Aqua, Magnesium Chloride (32%)

Veiting
Vørur til veiting í Havn ella har landfast er úr Havnini verða vanliga veittar sama dag, um bíleggingin er gjørd áðrenn kl. 10. Bíleggur tú fríggjadag eftir kl. 10, leygardag ella sunnudag, verður vøran veitt mánadagin eftir.

Vørur til veiting har ikki landfast er úr Havnini hava vanliga veitingartíð á 1-3 dagar.

Kostnaður fyri veiting til bústað er 49,- og kostnaður fyri veiting til pakkaboks er 29,-.

Tað er eisini møguligt at heinta pakkan í Alvaró, SMS.

Legg til merkis, at veitingartíðin kann vera longri, um nógv bílagt verður samstundis, t.d. í sambandi við útsølu ella tilboð.

Umbýting
Vøran kann umbýtast innan 12 dagar saman við kvittan, um hon er í sama standi sum tá hon varð keypt. Hetta kann avgreiðast í Alvaró í SMS.

This site is protected by hCaptcha and the hCaptcha Privacy Policy and Terms of Service apply.