Donkey 6 Twin, Moon Grey
Donkey 6 Twin, Moon Grey
Donkey 6 Twin, Moon Grey
Donkey 6 Twin, Moon Grey
Donkey 6 Twin, Moon Grey
Donkey 6 Twin, Moon Grey
Donkey 6 Twin, Moon Grey
Donkey 6 Twin, Moon Grey

Donkey 6 Twin, Moon Grey

Vanligur prísurkr 16.649,00 DKK
/

  • Hendan vøran er ikki á goymslu men kann keypast til seinni veiting.
  • Ynskir tú at vita nær hendan vøran kann veitast? Skriva okkum boð niðanfyri.

Ein fleksibul og rúmligur tvíburavognur, sum kann brúkast bæði einkultur og dupultur. Hann kann lættliga gerast um frá einkultvogni til dupultan vogn við trimum klikkum.

Vognurin er bert 60 cm breiður í mono-uppseting og sostatt eins smalur sum ein vanligur vognur. Tá hann er dupultur er breiddin 74 cm. Hann er lættur at stýra við einari hond og hevur lítla snúvningsradius, so tú sleppur smidliga runt horn, kantsteinar og smalar gongdir. Eyka stóru all-terrain hjólini (25 cm framman, 30 cm aftan) tryggja støðuga og mjúka koyring á øllum undirlagi.

Vognkassin er rúmligur og hóskar til alt árið. Innan er hann klæddur við 100% vistfrøðiligari bummull og PureBreeze™ madrassan, sum fylgir við, hevur tvær síður – eina til summar og eina til vetur.

Setrið er rúmligt og er góðkent upp til 22 kg (uml. 4 ár). Handtakið kann stillast í hædd frá 88 til 103 cm, so tað hóskar til ymisk foreldur.

Donkey 6 hevur sera stórt goymslupláss. Vørukurvin á stellinum er 50% størri enn undanfarna modellið og rúmar upp til 15 kg (70 litrar). Síðutaskan er endurhugsað og kann nú eisini brúkast sum puslitaska. Hon rúmar upp til 10 kg, tá hon situr á stellinum í einkult-uppseting, og upp til 4 kg á handtakinu í dupult-uppseting.

Tekniskt yvirlit
Aldur: 0–4 ár (maks. 22 kg)
Vekt við vognkassa: 16,2 kg
Vekt við setur: 15,2 kg
Vekt við tveimum vognkassum: 20 kg
Vekt við tveimum setrum: 18 kg
Breidd (mono): 60 cm
Breidd (duo): 74 cm

Mát við setur: 87 × 60 × 111 cm
Mát við vognkassa: 92 × 60 × 87,5 cm
Mát við tveimum vognakassum: 92 × 74 × 111 cm
Mát við tveimum setrum: 86 × 74 × 87,5 cm

Hetta fylgir við
Stell við hjólum
Tveir vognkassar, sum kunnu gerast um til setur (5-punktsseli fylgir við)
Tvær PureBreeze™ madrassur (summar- og vetrarsíða)
Sólskermur við UPF 50+ verju
Vørukurv og síðutaska

Veiting
Vørur til veiting í Havn ella har landfast er úr Havnini verða vanliga veittar sama dag, um bíleggingin er gjørd áðrenn kl. 10. Bíleggur tú fríggjadag eftir kl. 10, leygardag ella sunnudag, verður vøran veitt mánadagin eftir.

Vørur til veiting har ikki landfast er úr Havnini hava vanliga veitingartíð á 1-3 dagar.

Kostnaður fyri veiting til bústað er 49,- og kostnaður fyri veiting til pakkaboks er 29,-.

Tað er eisini møguligt at heinta pakkan í Alvaró, SMS.

Legg til merkis, at veitingartíðin kann vera longri, um nógv bílagt verður samstundis, t.d. í sambandi við útsølu ella tilboð.

Umbýting
Vøran kann umbýtast innan 12 dagar saman við kvittan, um hon er í sama standi sum tá hon varð keypt. Hetta kann avgreiðast í Alvaró í SMS.

This site is protected by hCaptcha and the hCaptcha Privacy Policy and Terms of Service apply.

Líkandi vørur