Stuttlig lastbilaleika við litríkum kubbum, sum gevur barninum nógv at kanna og spæla við. Kubbarinir hava ymisk skap, tøl og yvirflatur, og hvør kubbi hevur eina stuttliga funku, sum lærir barnið um orsøk og ávirkan á ein einfaldan hátt.
Kubbarinir kunnu spælast við hvør sær ella stablast á lastbilin á ymsar mátar, sum stimbrar bæði fín- og grovmotorikk. Við knappunum lærir barnið at telja frá 1 til 4, og leikan spælir eisini sangir og gevur jaligar setningar.
Hóskar frá 6 mánaðum.
Veiting
Vørur til veiting í Havn ella har landfast er úr Havnini verða vanliga veittar sama dag, um bíleggingin er gjørd áðrenn kl. 10. Bíleggur tú fríggjadag eftir kl. 10, leygardag ella sunnudag, verður vøran veitt mánadagin eftir.
Vørur til veiting har ikki landfast er úr Havnini hava vanliga veitingartíð á 1-3 dagar.
Kostnaður fyri veiting til bústað er 49,- og kostnaður fyri veiting til pakkaboks er 29,-.
Tað er eisini møguligt at heinta pakkan í Alvaró, SMS.
Legg til merkis, at veitingartíðin kann vera longri, um nógv bílagt verður samstundis, t.d. í sambandi við útsølu ella tilboð.
Umbýting
Vøran kann umbýtast innan 12 dagar saman við kvittan, um hon er í sama standi sum tá hon varð keypt. Hetta kann avgreiðast í Alvaró í SMS.